Nú 40 ár eru liðin, síðani havrættarsáttmálin hjá ST varð gjørdur, skipa Fróðskaparsetur Føroya og KU fyri havrættarráðstevnu. Ráðstevnan verður hildin á juridiska fakultetinum í Njalsgade 76 á Amager - København S.
Soleiðis skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðu sínari í dag, í samband við at stóra ráðstevnan - við røðarum frá universitetum í Evropa og USA - er á skránni í morgin, fríggjadagin 10. mars.
Fyriskipararnir eru Yoshifumi Tanaka, professsari í havrætti á Københavns Universitet, og Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya. Teir fara at ritstjórna eina serútgávu í altjóða tíðarriti við greinum hjá øllum røðarunum. Hetta tíðarritið kemur út næsta ár.
Í morgin sita teir í pallborðið saman við Yoshifumi Tanaka og Antonios Tzanakopoulos, sum er professari í altjóða lóg á University of Oxford.
Skráin fyri ráðstevnuna kann síggjast her. Til ber at lesa meira um hana her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald