Havstovan hevur latið Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi fyri komandi ár.
Eftir fleiri ár við vánaligari tilgongd av toski og hýsu, er nú vend komin í. Tilgongdin til báðar stovnarnar er batnað og seinasta stovnsmeting bendir á, at báðir 2016-árgangirnir eru beint oman fyri miðal og at 2017-árgangirnir eru væl yvir miðal. Báðir stovnarnir eru nú komnir upp um markið, har serlig verjutiltøk eru neyðug, og kunnu umsitast sum vanligt. Stovnarnir eru í vøkstri og væntandi fer vøksturin at halda fram í 2019, skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Upsastovnurin hevur ikki verið fyri somu niðurgongd, sum toska- og hýsustovnarnir hava, men gav vanliga tilgongd øll árini. Stovnurin er toluliga væl fyri og støddin er oman fyri tað lívfrøðiliga burðardygga markið. Tilgongdin av 3-ára gomlum fiski í 2018 (2015-árgangurin) er tó undir miðal.
Gróðurin var sera góður í 2017 og væl var av nebbasild, bæði í yngulkanningunum og í magakanningunum av toski og hýsu. Í 2018 var tó minni gróður og eisini vísti yngulkanningin, at minni var av nebbasild. Magakanningarnar, ið vórðu gjørdar av toski og hýsu, vístu, at væl var til av nebbasild bæði á vári og sumri 2017 og eisini á vári 2018. Men í august 2018 var hetta minkað nógv. Tann minkaða nøgdin av nebbasild ger, at toskur og hýsa nú taka betur á húk enn í 2017 og á vári 2018, tá fiskurin hevði nógva nebbasild at eta.
Stýring av fiskiskapi miðar í móti at veiða tann part í tali úr hvørjum einstøkum stovni um árið, sum verður mettur at geva ta størstu varandi veiðuna. Hetta veiðitrýstið verður mett at vera 19% fyri tosk, 14% fyri hýsu og 24% fyri upsa.
Føroyar hava valt at stýra veiðitrýstinum við fiskidøgum. Havstovan skal tí mæla til tal av fiskidøgum, sum í miðal væntandi geva áleið hesi veiðitrýstini.
Í 2017 var veiðitrýstið fyri tosk 18% hægri, fyri hýsu 5% hægri og fyri upsa 31 % hægri enn tað veiðitrýst, sum verður mett at geva størstu varandi veiðuna.
Út frá hesum verður fyrst mælt til at taka teir brúktu fiskidagarnar úr skipanini. Hetta svarar til umleið 40% av teimum tillutaðu døgunum í fiskiárinum 2016/2017.
Harumframt verður mælt til, at tað tillutaða dagatalið fyri allar skipabólkar verður 30% minni enn tað brúkta dagatalið í fiskiárinum 2016/2017. Hetta er størri niðurskurður enn tað, sum veiðitrýstið á tosk og hýsu eigur at tillagast, ið er ávikavist 18% fyri tosk og 5% fyri hýsu. Orsøkin er, at væntandi verða veiðievnini hjá húki væl betri í 2019 enn tey vóru í 2017, av tí at nøgdin av nebbasild er minkað so nógv.
Fyri at verja teir yngstu árgangirnar av toski og hýsu, verður mælt til at friða ávísar leiðir, har nógvur smáur fiskur plagar at halda til.
Mælt verður til, at fyri teir smærru útróðrarbátarnar (bólkur 5), verða fiskileiðir og fiskiskapur skrásett á sama hátt, sum galdandi er fyri hinar skipabólkarnar.
Toskastovnurin á Føroyabanka er framvegis illa fyri og mælt verður til, at eingin fiskiskapur eftir toski verður í 2019. Hinvegin, so er væl av øðrum fiskasløgum á Bankanum. Mælt verður til, at Havstovan og Fiskimálaráðið samskifta um, hvussu avmarkaðar royndir kunnu skipast eftir øðrum enn toski á Bankanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald