Hav.fo: Havstovan hevur, saman við granskarum á Havforskningsinstituttet í Bergen, Århus Universitet og íslendsku havstovuni, ritstjórnað eina serútgávu hjá nógv lisna vísindaliga tíðarritinum Frontiers in Marine Science. Talan er um í alt 19 vísindaligar greinar, sum snúgva seg um, hvussu veður og havklima ávirka vistskipanir í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum, í Norðurhøvum og á landgrunnum, sum marka móti hesum ríku høvum.
Fleiri av greinunum snúgva seg um viðurskifti í føroyskum havøki, og granskarar á Havstovuni eru høvuðsrithøvundar á átta av greinunum. Seinasta greinin er um norðhavssild. Umframt hetta er oddagreinin, sum tekur samanum greinarnar í tíðarritinum, skrivað av Hjálmari Hátún á Havstovuni - samskipari av serútgávuni.
Enska heitið á bæði serútgávu og á oddagrein er Physical drivers of biogeographic shifts in the Northeastern Atlantic – and adjacent shelves og øll útgávan kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald