Innanlands

Heildarveiðan var 660 tús. tons í 2018

Fýra fimtingar av heildarveiðuni var uppsjóvarfiskur

2019-06-04 11:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í 2018 fiskaðu føroysk skip samanlagt góð 660 túsund tons á øllum leiðum. Tað eru góð 40 túsund tons færri enn í 2017, tá heildarveiðan varð methøg, 700 túsund tons, skrivar Hagstova Føroya um nýggjastu uppgerðina. Í mun til 2018 er tað nøgdin av makreli og sild, ið er minkað nakað, ávikavist 22 og 14,5 túsund tons, meðan størsta økingin var í veiðuni eftir toski, góð 7 túsund tons.   

Heildarveiðan er øll veiða hjá føroyskum skipum á øllum leiðum. Heildarveiðan verður uppgjørd einaferð um árið í mai mánaði, í livandi vekt.

Heildarveiðan er økt munandi síðani 2012, góð 320 túsund tons, og er nøgdin á 700 túsund tons í 2017 tann størsta nakrantíð og smá 80 túsund tons meira enn gamla metárið 2006, tá heildarveiðan var 623 túsund tons. Orsøkin til stóru økingina seinastu árini, er einamest uppsjóvarfiskurin og harí serliga nøgdin av svartkjafti. Nøgdin av svartkjafti er økt góð 265 túsund tons síðan 2013.

Góð 40% av heildarveiðuni fiskað í føroyskum øki
Størsti parturin av heildarveiðuni, 281 túsund tons, varð fiskaður í føroyskum øki, sum er ICES øki Vb1b og Vb2. Tað er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Havast skal í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum. Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 281 túsund tonsunum í føroyskum øki taldi svartkjaftur góð 194 túsund tons, upsi um 25 túsund tons og makrelur 11 túsund tons.

Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2018 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 172 túsund tons vóru fiskað, harav góð 89 túsund tons vóru sild og góð 41 túsund tons makrelur.

[object Object]

Um fýra fimtingar av heildarveiðuni í 2018 eru uppsjóvarfiskur. Av hesum er svartkjaftur við góðum 350 túsund tonsum nógv tann størsti parturin. 

Botnfiskasløgini telja áleið 15 prosent av heildarveiðuni, og er toskur um 43 túsund tons og upsi góð 25 túsund tons størsti parturin av hesum.

[object Object]

[object Object]

Veiðan av toski og hýsu minkað síðani 2003 – glottar at hóma í føroyskum øki

Av heildarveiðuni hevur fiskiskapurin eftir toski, hýsu og upsa verið støðugur seinnu árini.
Verið farið nøkur ár aftur í tíð, so er nøgdin minkað fyri hesi fiskasløg. Toskurin er eitt nú minkaður síðani 2003 frá 58 túsund tonsum niður í 43 túsund tons í 2018. Hýsuveiðan er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í smá 9 túsund tons.

Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Tó sæst ein munandi øking í nøgdini av hýsu og toski í føroyskum øki í 2018 í mun til seinastu árini. Størsti parturin av toskinum verður fiskaður eystanfyri í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og var heilt góður árini 2005-2009 – nærum 70 túsund tons í meðal hesi árini. Seinastu sjey árini hevur upsaveiðan í meðal verið um 30 túsund tons.

Av tí at upplýsningar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder