Innanlands

Heimsins størsta fiskiskip á Kollafjørð fríggjadagin

144 metrar langa Annelies Ilena skal landa svartkjaft í Føroyum

2018-11-28 15:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ætlan kemur størsta fiskiskip í heiminum, Annelies Illena, sum felagið Parlevliet & Van der Plas groups, eigur, á Kollafjørð at landa fríggjadagin.

Talan er um sama reiðarí, sum eigur Næraberg, har Hanus Hansen er reiðari.

Reiðarin sigur við jn.fo, at skipið lastar 8000 tons, men teir fara ikki at hava so nógv í lastini tá teir koma til Kollafjørð.

Væntandi landa teir 4000 tons av heilfrystum svartkjafti.

Annelies Ilena er 144 metrar langt og 24 metrar breitt. Til samanberingar er Norrøna 164 metrar langt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder