- Vit eru bara seks mans umborð, og tí mugu allir hjálpa øllum. Sjálvandi hava menninir síni serligu arbeiðsøkir og ábyrgd fyri tí; men tá ið vit koyra trolið út og taka tað inn aftur, mugu allir arbeiða og samarbeiða.
Tað sigur Jón Sigurd Samuelsen, sum er einsamalli maskinmeistarin umborð á Astrid.
Teir vóru í vikuni á Fuglafirði við 550 tonsum av makreli, sum varð landaður til Pelagos.
Astrid er bygd í 2014, er 70 metrar long og 15 metrar breið. Motorurin er ein 3000 KW. Wartsila. Skipið lastar 2.100 tons og er eitt kombinerað nóta- og trolskip.
Tað er dansk/svenska felagið Astrid Fiske A/S í Skagen, sum eigur Astrid, og tólv mans hoyra til skipið.
Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald