- Her verða allar gátur loystar; allir spurningar svaraðir; og tann rætti politikkur, og serliga fiskivinnupolitikkurin, orðaður. Her verður prátað um fiskiskap, lomb, veðragjólingar, haruskjóting, ja, og so ikki at gloyma um KÍ og um fótbólt.
Tað søgdu nakrir vælhýrdir menn umborð á verksmiðjuskipinum Norðborg, sum vóru savnaðir í “trivnaðarhorninin” mánamorgunin, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum.
- Hornið er ein partur av skiftingarrúminum og er óivað besta hornið umborð, tí her er trivnaðurin, hugnin, skemtið, speisemi, vinalagið og annað gott í hásætið, søgdu teir skemtandi.
- Her hittast vit í stuttum kaffisteðgum og sita og hvíla okkum eina løtu, meðan prátið gongur lívliga. Tá longri steðgir eru, fara vit úr arbeiðsklæðunum og upp í messuna, søgdu teir.
Menninir arbeiddu umborð, meðan landað varð. Tíð var kortini til prát, hugna, eitt Guds orð og bøn.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald