Innanlands

Hermann Oskarsson: Varðin kann uttan trupulleikar gera íløgur í nýggj skip

Eftir rakstaraavlopi og eginogn at meta er einki, sum hevur forðað Varðanum at gera íløgur í neyðuga tøkni, heldur búskaparfrøðingur

(Mynd: Varðin)

(Mynd: Varðin)

2018-11-09 17:17 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

- Í fyrsta lagi hevur Varðin kunnað gjørt allar tær íløgur teimum lystir. Eftir rakstraravlopum og eginogn at meta, er einki sum hevur forðað teimum at gera íløgur í neyðugu tøknina.

- Í øðrum lagi er ikki talan um at vit skulu hava skip. Tað er felagið Varðin, sum eigur skipini, og hvat tað felagið velur at gera íløgur í, hava vit onga ávirkan á og fáa heldur einki burturúr. 

Tað heldur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, og sum hevur verið nógv frammi um nýggju fiskivinnuskipanina.

- At Varðin ger íløgur í framkomna tøkni fyri at fáa so nógv avlop av hvørjum tonsi sum gjørligt, hevur enki við okkum at gera. Og tað hevur heldur einki við grannarnar at gera, sum eg rokni við er onnur reiðarí í Noreg, Íslandi og ES, sigur Herman Oskarson.

[object Object]Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur (Skíggjamynd: KVF)

Sambært honum so kappast Varðin ikki við reiðaríiðini í grannalondunum um at fiska mest ella best. Varðin kappast bara við seg sjálvt um at fáa so nógv sum gjørligt burtur úr tillutaðu tonsunum, sigur hann.

- Í triðja lagi skulu feløg halda seg til allar lógir landsins. Um teimum er álagt at taka alt til lands, so skulu tey gera tað. Longur er tann søgan ikki. Megnar eitt reiðarí ikki at halda lógir landsins í skiparakstri, so skal felagið gevast.

- Varðin selur sína framleiðslu á heimsmarknaðinum, og fær besta prísin tey finna. Hvat onnur reiðarí megna at fáa fyri sína vøru, hevur einki sum helst við hepni hjá Varðanum at gera, vil Hermann Oskarson vera við.

- Um eitt norskt reiðarí fær meira burtur úr hvørjum kilo, antin tí at tey hava betri tøkni ella duga betur at selja, hevur eingi árin á Varðan. Og tað eru ikki vit ella føroyingar, sum fáa nakað burtur úr hesum. Tað er bara fyritøkan Varðin, sigur Hermann Oskarson við Portalin.

Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari hjá Varðanum, hevur í samrøðu við blaðið Vinnulívið, sagt, at føroyingar nú standa í stað, og at øll grannalondini byggja nýtt. 

Les eisini: Føroyar kunnu enda sum kirkjugarður fyri gomul skip

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder