Innanlands

Hesin verður nú sleipaður til Føroya

Fyrsti nýbygningurin, sum JT electric hevur smíðað er liðugur, og verður sleipaður. Talan er um ein fóðurflaka til Hiddenfjord

(Mynd: JT electric)

(Mynd: JT electric)

2022-09-24 16:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stórur dagur hjá JT electric. Fyrsti nýbygningurin sum fyritøkan hevur smíðað er liðugur, og sleipið til Føroya er byrjað.

Tað sigur JT electric á heimasíðuni.

Talan er um ein fóðurflaka, sum tekur 700 tons av fóðri, og tað er Hiddenfjord, sum hevur bílagt flakan.

Ólavur Thomsen byrjaði við hesi verkætlan á tekniborðinum fyri einum góðum ári síðan, so tað var ein stór løta fyri hann gjáramorgunin, tá ið hann loysti endan. 

- Okkara lokalu projekt leiðarar í Szczecin í Pólandi vóru sera glaðir, tá ið flakin loysti frá kai. Hetta hevur verið eitt spennandi og krevjandi projekt fyri tey. Men tey sleppa ikki at hvíla leingi, tí tann næsti nýbygningurin skal vera liðugur um nakrar fáar vikur, sigur JT electric.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder