Fyrrverandi hetlendska umboðið í skotska tinginum, Tavish Scott, er júst settur sum stjóri fyri skotska havbúnaðarfelagið, Scottish Salmon Producers Organisation, SSPO.
Tavish Scott, sum í 20 ár frá 1999 til 2019 sat í skotska tinginum umboðandi Hetland, tekur við nýggja starvinum í november, skrivar Shetnews.
- Alivinnan hevur ovurstóran týdning fyri Skotland, og kann megna at føra Skotland út úr verandi koronakreppu við burðardyggari menning og við at standa á odda fyri einum grønum vøkstri, sigur Tavish Scott í sambandi við at hann tekur við nýggju uppgávuni.
Fyri einum ári síðani gavst hann í politikki fyri at taka við einum altjóða starvi í skotska rugbysambandinum.
Les eisini: Hetlendingar skulu velja nýggjan tingmann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald