Innanlands

Hetta hava vit ikki upplivað fyrr

Ikki roynt við nót á Nólsoyarbankanum eftir makreli í novembermánaði fyrr

2018-11-28 19:01 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Møguliga hava aðrir ella eldri nótamenn upplivað hetta fyrr, men tað hava vit báðir ikki.

Tað siga Hallur Petersen og Rúni í Hjøllum, sum sigla sum maskinmaður og dekkari við Høgabergi.

- Vit hava ikki roynt við nót á Nólsoyarbankanum eftir makreli í novembermánaði fyrr.

- Vit sigldu bara í tríggjar tímar, høvdu trý køst og hava umleið 1000 tons av makreli, sum liggur um 400 gram.

Tí er hetta bæði ein skjótur og góður túrur, siga Hallur og Rúni.

- Hvat hetta merkir, vita vit ikki, men tað er æti í makrelinum, so tað má vera dámligt, halda teir. 

Høgaberg landar makrelin til Pelagos í Fuglafirði.

Hallur og Rúni vóru einsamallir umborð, men tað forðaði ikki fyri práti og bøn fyri skipi og manning.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder