2021-08-08 13:58
Seinnapartin í gjár fekk trolarin Heykur brúk fyri hjálp, tá hann fekk um skrúvuna, meðan hann var til fiskiskap norðanfyri.
Tað var um 16-tíðina, at MRCC fekk fráboðanina, og var Brimil sendur at sleipa Heyk á Skálafjørðin.
Brimil sendi síðani froskmenn niður, og teir skóru alt av, og kundi Heykur fara aftur til fiskiskap tíðliga í morgun, skrivar Vørn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald