2019-05-09 13:49
Partrolararnir Heykur og Falkur landaðu í Runavík í gjár.
Upplýst verður, at teir høvdu umleið 200.000 pund, og at meginparturin av veiðuni var upsi.
Parið hevur fiskað í eina viku eystanfyri Føroyar hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Tá ið liðugt var at landa, fóru teir aftur til fiskiskap undir Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald