2020-09-22 12:04
Partrolararnir Heykur og Falkur komu á Runavík um vikuskiftið, har teir skuldu landa.
Teir hava verið til fiskiskap undir Føroyum, og fingu líka yvir 200.000 pund, har tað mesta av veiðuni var upsi.
Orsaka av trupulleikum máttu teir bróta túrin av, og koma inn at umvæla brekið, og eisini landa.
Parið landaði veiðuna til Faroe Origin í Runavík, og fór aftur til fiskiskap tíðliga seinnapartin í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald