Innanlands

Hildu jól í Føroyum

Handilsskipið Vestland valdi at steðga á í Hvalvík og halda jólini í Føroyum

Johnny á Túgvu (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Johnny á Túgvu (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-01-01 16:58 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit komu úr Íslandi og høvdu góða tíð. Vit skuldu ikki lasta í Norra fyrr enn millum jóla og nýggjárs og tí valdu vit at steðga á her í Hvalvík og halda jólini í Føroyum. 
Samstundis fingu við gjørt okkurt smávegis viðlíkahald við skipið, sigur skiparin á handilsskipinum Vestland, Johnny á Túgvu.

[object Object]

- Síðstu árini hava vit siglt mest innanskers í Norra við alifóðri. Nú er siglingin broytt, so vit eisini sigla til Íslands við alifóðri. Tað koma vit óivað eisini at gera framyvir. 

- Tað er annað farvatn og aðrar umstøður at sigla millum lond í norðuratlanshavi, enn bara at sigla innanskers í Norra, har tað nærum altíð er “slætt undir fótum”, sigur Johnny.

Fimm føroyingar eru við Vestland, sum er bygt í 1984, er 69,6 metrar langt og 12,6 metrar breitt.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð við jólapakkum og hevði eitt Guds orð og bøn.

- Vit takka hjartaliga fyri jólapakkarnar, sum vit fegnast um. Vit koma nokk at pakka teir upp aftaná jól, meðan vit sigla yvir til Norra. Vit plaga at fáa jólapakkar, hóast vit hava verið burtur á jólum. Tá hevur onkur av manningini, sum kom umborð áðrenn jól, havt pakkarnar við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder