2021-11-03 21:25
Í morgun hittust sluppvinirnir til eina hugnaløtu og ein kaffimunn. Høvið var at serkønir skuldu greiða frá, um teir vildu hava hjálp til ta stóru uppgávuna, sum stendur fyri framman: at skifta skanndekkið á Westward Ho.
Dekkið er við at verða innilokað, í dag vantaði bert at leggja dúk á.
Næsta stóra uppgávan hjá sluppvinum er at fáa seglini upp at turka.
Myndamaðurin hjá Tórshavnar kommunu, Ólavur Frederiksen, var eina løtu í lugarinum í morgun og avmyndaði altíð fryntligu og hugagóðu sluppvinirnar, sum nú gera klárt til veturin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald