Innanlands

Hitti maskinmann og uppfinnara

Tað er ein góð kensla at vera ein partur av einum uppfinnilsi í Føroyum, sum kann hjálpa øllum skipum í verðini við at dálka minni, sigur Johann Fagraklett, sum er ein av stovnarunum aftanfyri fyritøkuna Green IQ. Tummas T hevur nú fingið hesa útgerð

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-05-08 19:35 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Tá sjómanstrúboðarin í vikuni vitjaði umborð á Tummas T, hitti hann, millum aðrar, maskinmannin, Johan Fagraklett, sum arbeiddi við at seta ein oljureinsara upp frá Green IQ.

Trúboðarin fekk eitt prát við hann um hesa serstøku føroysku útgerðina.

- Tað var í 2009, at vit byrjaðu at arbeiða við hesum oljulensara við separatori, sum nú er seldur umborð á gott 40 skip í ymiskum londum. Afturmeldingarnar eru sera góðar, so vit eru spentir at koma víðari út í heim við útgerðini. Harafturat er tað ein góð kensla at vera ein partur av einum uppfinnilsi í Føroyum, sum kann hjálpa øllum skipum í verðini við at dálka minni, sigur Johann Fagraklett, sum er ein av stovnarunum aftanfyri fyritøkuna Green IQ.

- “Skimmarin”, er eitt flot, ið verður sett niður í lensibrunnin í maskinrúminum, sum skal taka oljuna omanav vatninum í brunninum. Síðani verður oljan, saman við nakað av vatni pumpað upp í seperatorin, sum so skilir oljuna frá vatninum. Oljan og vatnið fara so í hvør sín tanga, sigur hann.

- Upp til heili 70% av tí sokallaðu spillolju, sum til dømis endar hjá IRF, er vatn. Tað er dýrt at pumpa oljuna upp og lata hana til IRF og harafturat fyllir hon nógv. Við hesi útgerð fer bara oljan til IRF, meðan tað grovreinsaða vatnið frá okkara skipan, fer fyri borð uttan trupulleikar við 15 ppm lensivatnsseperatorinum, sigur Johann.

- Tí hjálpir hendan útgerðin bæði at halda maskinrúmið reint og spilloljan rúgvar nógv minni, og tí er hetta eisini ein fíggjarlig sparing fyri skipini. Hetta er ein sera einføld skipan, sum koyrir uppá fysikk, uttan kemikaliir, og eingir rørligir lutir eru í separatorinum, sigur hann.

- Tummas T er eitt av síðstu stóru skipunum í Føroyum, sum fær hesa útgerðina; hóast eg sigli við her sum maskinmaður. Eg eri ógegnigur, so hetta hava hinir maskinmenninir biðið um, sigur hann skemtandi.

- Nevnast kann eisini, at SEV hevur hesa útgerðina til motorarnar og allir teir stóru grønlendsku trolararnar, sigur hann.

- Hetta er ein grøn føroysk loysn, sum nú nærum bara verður selt út av landinum, tí flestu stóru føroysku skipini hava hana. Vit hava fingið okkum umboðsmenn í Norra og í Danmark, so vit eru spentir uppá at vaksa um søluna. Útgerðin betrar eisini um arbeiðsumhvørvið umborð og minkar um brandvandar í maskinrúmum; tí nærum ongin olja er í kjølinum, tá útgerðin koyrir, sigur Johan Fagraklett.

Tummas T hevur ligið í nakrar vikur. Samstundis er ymiskt  viðlíkahaldsarbeiði gjørt umborð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder