Dennis Holm, landsstýrismaður, er í hesum døgum á fiskivinnumessuni, Seafood Expo Global, í Barcelona, sum er heimsins størsta fiskivinnumessa. Í tí sambandi var í gjár fundur við nýggju norsku fiskimálaráðkvinnuna, Marianne Sivertsen Næss.
Marianne Sivertsen Næss varð farna fríggjadag tilnevnd sum ministari við fiskivinnu og havmálum, og fundurin við Dennis Holm í Barcelona ver sostatt hennara fyrsti millumlanda fundur sum fiskimálaráðkvinna.
Á fundinum umrøddu Dennis Holm og Marianne Sivertsen Næss týdningin av søguliga fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Noreg, eitt samstarv, sum gongur aftur til 1977.
Umrøða var eisini av fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg og av strandarlandasamráðingunum, sum Føroyar og Noreg eisini eru partur av, har londini bæði hava arbeitt miðvíst fyri at fáa semjur, soleiðis at fiskiskapurin eftir makreli, sild og svartkjafti aftur kann skipast í trygga legu og gerast burðardyggur.
Landsstýrismaðurin nýtti eisini høvið at bjóða Marianne Sivertsen Næss til Føroyar á vitjan, skrivar Fiskimálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald