Innanlands

Høgaberg góðan fiskiskap í ES-sjógvi

Landað 1000 tons til Pelagos í Fuglafirði

Mynd : Skipalistin

Mynd : Skipalistin

2019-01-16 19:48 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð í gjár, har teir skuldi landa.

Høgaberg, sum hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, hevur havt góðan fiskiskap.

Upplýst verður, at teir hava umleið 1000 tons, sum teir hava landað til Pelagos í Fuglafirði.

Støddin liggur um 400 gramm í miðal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder