Nýggja uppsjóvarskipið Høgaberg hjá Framherja í Fuglafirði liggur í løtuni í Skagen, har seinasta hond er løgd á skipið.
Talan er um eitt 88 metrar langt og knapt 17 metrar breitt uppsjóvarskip, sum skal latast Framherja fyrsta dagin. Skipið er nakað seinkað, tí eftir ætlan skuldi nýggi Høgaberg koma á Fuglafjørð síðsta summar.
- Skipið skal nú ein tekniskan royndartúr, og tá ið tann túrurin hevur verið, so ganga alt frá 14 døgum til ein mánaði áðrenn skipið er klárt at latast eigarunum, sigur Anfinn Olsen, reiðari.
(Mynd: Morten Esmarch Weesgaard)
Hann leggur afturat, at av tí at man ikki veit júst hvat skal justerast eftir ein slíkan royndartúr, so vita tey hjá Framherja framvegis ikki heilt nær skipið verður latið reiðarínum, men tað verður ikki leingi, um alt gongst sum ætla.
Nýggi Høgaberg er so at siga systurskip til Finn Fríða hjá Varðanum, tó at nýggi Høgaberg lastar umleið 400 tons meira. Ein annar munur er eisini at nýggi Høgaberg hevur tveir høvðusmotorar. Tveir Bergen 6L33:45 3600 kW motorar, sum tilsamans hava knapt 9.800 hk.
Nýggi Høgaberg kostar umleið 350 mio krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald