2020-09-04 20:46
Uppsjóvarskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð gjáranáttina, har teir skulu landa.
Teir hava fiskað makrel norðanfyri Føroyar, og hava umleið 1000 tons av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á makrelveiðu.
Føroysku skipini hava fiskað meginpartin av føroysku makrelkvotuni fyri í ár, og nøkur eru nú byrjaði uppá fiskiskapin eftir sild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald