Innanlands

Høgaberg landar 1200 tons í Fuglafirði

Høgaberg hevur fiskað í ES sjógvi

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Savnsmynd (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-01-10 23:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg kom á Fuglafjørð í dag, har teir skulu landa.

Høgaberg hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Upplýst verður, at teir hava 1200 tons av makreli við til lands, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði. Støddin liggur um 400 gramm í miðal.

Tá ið liðugt er at landa fara teir aftur á makrelveiðu í ES sjógvi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder