Innanlands

Høgaberg seldur: Uppruna eigararnir keypa skipið aftur til Norra

Uppsjóvarskipið Høgaberg er selt til Norra, har skipið upprunaliga bleiv bygt til í 2014

Høgaberg er seldur til Norra, og verða tað somu fólk, sum lótu skipið byggja, sum keypa tað aftur nú knapt nýggju ár seinni (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Høgaberg er seldur til Norra, og verða tað somu fólk, sum lótu skipið byggja, sum keypa tað aftur nú knapt nýggju ár seinni (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-03-15 20:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Høgaberg er selt til Norra, og somu fólk, sum lótu skipið byggja, keypa nú skipið aftur.

- Høgaberg er seldur, og skipið er á seinasta túrinum undir føroyskum flaggi. Høgaberg er á lodnuveiðu, og tá ið teir hava landað, verður útgerð og annað tikið í land, og síðan fer skipið til Norra, har tað skal í dokk, soleiðis at keypararnir kunnu síggja botnin og annað, áðrenn sølan verður endaliga avgreidd, sigur Anfinnur Olsen, reiðari.

Tað er felagið Framherji í Fuglafirði, sum eigur Høgaberg, sum er eitt av tveimum uppsjóvarskipum felagsins. Felagið hevur undirskrivað ein sáttmála um ein nýbygning á donsku skipasmiðjuni Karstensens Skibsværft, og nýggja skipið fer at kosta millum 300 og 350 milliónir krónur.

Núverandi Høgaberg er bygdur í 2014, og er nú umleið níggju ár. Skipið kom í føroyska flotan í januar í 2017, tá ið skipið einans var trý ára gamalt.

Hava útvegað sær annað skip til nýbygningurin kemur í 2024
Framherji í Fuglafirði hevur kvotur eftir lodnu, makreli, sild og svartkjafti, og hesar kvoturnar skulu fiskast hóast Høgaberg er seldur.

- Vit hava útvegað okkum eitt skiftisskip, sum man kallar tað. Talan er um Jupiter úr Kollafirði, sum vit keypa nú, og tá ið nýggi Høgaberg kemur, so fer skipið aftur til Kollafjørð, har tað hevur heimstað nú, sigur Anfinnur Olsen, reiðari hjá Framherja, sum ikki ynskir at upplýsa hvørki søliprísin á Høgabergi ella nevna nøkur tøl í sambandi við skiftisskipið Jupiter.

[object Object]Gamli Jupiter skal fiska kvoturnar hjá Høgabergi til nýbygningurin kemur á sumri 2024

Núverandi eigararnir av Jupiter hava keypt eitt nýggjari og størri skip úr Hetlandi fyri Jupiter, sum hevur fingið hetta navnið, og tí verður Anfinnur Olsen spurdur um, teir fara at kalla skiftiskipið fyri Høgaberg.

- Nei, tað gera vit ikki. Núverandi eigararnir hava givið skipinum navnið Gamli Jupiter, og vit fara at varðveita tað navnið, av tí at teir yvirtaka skipið aftur tá ið vit fáa nýbygningin, sum vónandi verður fyrsta juni 2024, sigur Anfinnur Olsen reiðari.

[object Object]Anfinnur Olsen, reiðari (Mynd: Sverri Egholm)

Nýggi Høgaberg líkist nógv nýggja Finni Fríða
Skrokkurin til nýggja Høgaberg kemur eftir ætlan til Danmarkar í januar næsta ár, og skipið verður latið eigarunum fyrsta juni sama ár. Høgaberg líkist nógv nýggja Finni Fríða, sum gøtumenn byggja.

- Skipini líkjast nógv, tó at Høgaberg kemur at lasta umleið 400 tons meira við køling enn nýggi Finnur Fríði fer at gera, annars eru skipini næstan at kalla systurskip, sigur Anfinnur Olsen, reiðari.

Nýggi Høgaberg er annar nýbygningurin, sum felagið Framherji í Fuglafirði letur byggja.

Fyrsti nýbygningurin er verksmiðjutrolarin Akraberg, sum varð handaður felagnum á summri í 2022. Akraberg er bygdur í Norra.

Nýggi Høgaberg verður umleið 90 metrar langur og knappar 17 metrar breiður. 

[object Object]Nýggi Høgaberg fer at líkjast nógv nýggja Finni Fríða (myndin) og verða skipini so at siga systurskip. Tó fer nýggi Høgaberg at lasta eitt vet meira

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder