Uppsjóvarskipið Høgaberg kom til Norra tíðliga í morgun, og skipið verður handað nýggju eigarunum í vikuni.
Leiðin gekk fyrst til Søviksnest, har útgerð skuldi leggjast í land, og síðan varð siglt til Måløy, har skipið skuldi í dokk.
Hetta verður gjørt, soleiðis at nýggju eigararnir kunnu síggja botnin og annað, áðrenn sølan endaliga verður avgreidd, og hetta er ein heilt vanlig mannagongd í sambandi við skipakeyp.
Greitt er eisini at skipið skal málast grønt, men tað verður tó ikki fyrr enn tíðliga í summar, og skipið fer at fáa navnið Andrea L, sum er navnið á aðrari dóttrini hjá nýggja eigaranum.
Framherji skal í eitt gott ár brúka Gamla Jupiter at fiska kvoturnar hjá Høgabergi, inntil reiðaríið fær handað ein nýbygning úr Skagen.
Gamli Jupiter kom á Fuglafjørð fyrrapartin, eftir at skipið er málað og annað á Skála Skipasmiðju.
Tá ið Framherji fær handað nýggja Høgaberg, fer Gamli Jupiter aftur til undanfarnu eigararnar í Kollafirði.
Gamli Jupiter skiftir tó hvørki heimstað ella navn í sambandi við at Framherji skal brúka skipið sum skiftisskip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald