Innanlands

Hoyvík hevur fiskað kvoturnar fyri 2018

Uppsjóvarskipið hevur verið til fiskiskap i ein triðing av árinum

2018-10-21 18:51 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Hoyvík úr Havn, kom á Fuglafjørð fríggjadagin, har teir skulu landa.

Hoyvík hevur eina last á 500 tons av sild, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Talan er um eitt royndarloyvi, har sildin skal saltast í tunnur.

Hetta var tað síðsta av kvotum, sum Hoyvík hevur eftir at fiska, og tá ið teir eru lidnir at landa, verður kósin sett móti Vestmanna, har skipið fer at liggja, til teir byrja at fiska aftur í 2019. Hetta um eingin broyting kemur í.

Skipið er sett til sølu
Uppsjóvarskipið Hoyvík hevur seinastu tíðina staði á sølulista.

Skipið stendur til sølu fyri 22 milliónir krónur, og í sølulýsingini stendur eisini at skipið kann latast nýggju eigarunum beinanvegin.

Uppboðsølan riggaði ikki sum hon skuldi
Reiðaríið Thor, sum eigur skipið hevur úttalað seg, at felagið fór at bjóða uppá tey rættindini, sum skipið kundi fiskað bæði í 2017 og í 2018.

Hans Andrias Kelduberg, reiðari, segði við útvarpið tá ið Hoyvík kom á Havnina fyrstu ferð, at um hetta var leisturin, sum politikkararnir vildu, so fóru teir at ganga hesum á møti, hóast teir ikki mettu, at hetta var tað rætta.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder