2018-10-04 22:13
Uppsjóvarskipið Hoyvík kom á Fuglafjørð í kvøld, har teir skulu landa.
Hoyvík hevur verið á sildaveiðu, og teir hava umleið 600 tons við til lands, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Upplýst verður, at talan er um góða stødd - umleið 400 gramm.
Hoyvík hevur fiskað bæði makrelkvotuna og sildakvotuna, men teir hava eitt royndarloyvið at fiska sild, sum skal saltast ú tunnum, og hetta verður helst tað næsta, teir fara at fiska.
Við Hoyvík eru 10 mans hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald