2019-05-12 22:28
Uppsjóvarskipið Hoyvík kom á Fuglafjørð í dag, har teir skulu landa svartkjaft.
Hoyvík hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurn hevur verið góður.
Upplýst verður, at teir hava umleið 1300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.
Tá ið Hoyvík hevur landað, skal Norðingur landa sína svartkjaftalast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald