2023-04-28 19:46
Uppsjóvarskipið Hoyvík hevur seinastu dagarnar ligið á Havnini, har skipið hevur bíðað eftir landingartørni.
Hoyvík hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og skal landa 1500 tons av svartkjafti til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald