2018-12-05 17:22
- Síðsta hálið var væl av smáum upsa uppi í, og tað hava vit nærum ikki sæð síðsta árið.
- Tað halda vit, er dámligt, siga skipararnir á Baki og Stelki, Jákup Pauli og Jóhan Eli.
Samtrolararnir komu á Runavík í morgun við knapt 500 kørum, sum er umleið 300.000 pund.
Meginparturin er stórur upsi, men so er nakað av toski, longu og øðrum fiski eisini.
Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Teir hava roynt vestanfyri Suðuroynna.
- Nú verður tað óivað bara ein túrur afturat, so verður jólaferia. Tí er tað gott at fáa jólapakkarnar nú.
- Vit takka kvinnunum, tí tað er óivað mest kvinnur, sum gera pakkarnar, tí teir veruliga fløva sjófólkið, siga báðir skipararnir brosandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald