Innanlands

Hugaligt, tá lastin er ov lítil

Fingu 55.000 pund á fimm setum. Óivað ein av bestu túrunum, sum Mýlingur hevur gjørt, sigur skiparin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-11-06 20:19 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Ein av teimum bátunum, sum hava notið gott av góða fiskiskapinum í ár, er línubáturin Mýlingur á Eiði.

Seinnapartin í gjár, tá sjómanstrúboðarin vitjaðu umborð, riggaðu teir til at fara nýggjan túr.

- Jú, vit gjørdu ein góðan túr, tí lastin var full, og vit høvdu fisk á dekkinum. Vit royndu norðanfyri og fingu 55.000 pund á fimm setum. Tað var helvt um helvt hýsa og toskur.

- Tað er óivað ein av bestu túrum, Mýlingur hevur gjørt, sigur Heri Joensen.

Hann hevur verið stýrimaður síðstu túrarnar og er skipari hendan túrin. Sjey mans eru við Mýlingi, og fasti skipari er Ian Kruse Thomsen. 

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

[object Object]Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder