Stórur eldur herjaði á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri tann 8. juni 2017. Eldurin tók allan bygningin og alt kolaðist upp.
Avgjørt varð at byggja bygningin upp aftur og nú er so langt komið á mál, at Varðin Pelagic bjóðar starvsfólki, myndugleikum, fólki frá politisku skipanini o.s.fr. inn til móttøku í morgin
- Vit hava valt at bjóða nøkrum inn í morgin at síggja bygningin. Alt er ikki komið uppá pláss, men nóg nógv til at hesi kunnu koma inn, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.
Bogi Jacobsen sigur, at talan er um eini 300 fólk, sum koma inn at síggja virkið í morgin.
Hóast virkið ikki hevur verið heilt liðugt, so hevur verið framleitt síðani í september, og skip hava landa og avreitt. Framleiðslurúmini vórðu gjørd fyrst, so at framleiðast kundi og virkið framleiddi 60.000 tons í fjør.
Bogi Jacobsen sigur, at hann væntar at almenn móttøka verður á Varðanum Pelagic um einar tvær vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald