Fyrr í tíðini var nógvur og stórur toskur at fáa í Porsangerfirðinum norðast í Noregi. Men seinastu árini hevur toskurin verið nærum burturi. Tann toskur, ið er fingin, hevur verið smáfiskur.
Men nú halda tey, at tey hava funnið loysnina fyri at fáa toskastovnin í firðinum uppaftur.
Porsangerfjørður er ein 76 fjórðinga langur fjørður allar norðast í Noregi – fjørðurin innan fyri Honningsvåg, sum nógvir føroyskur sjómenn óiva kenna.
Ovfisking og ein uppblóman av igulkerum verður søgd at vera orsøkin til at toskurin nærum er horvin, skrivar NRK.
Tað er nógv lív í firðinum, serliga av krabba og øðrum sløgum. Men fólkið kring fjørðin hevur seinastu 20 árini livað í vónini um, at tað skal eydnast at fáa toskastovnin uppaftur, og nú heldur Hans Kristian Strand, granskari hjá Havforksningsinstituttet seg hava funnið loysnina.
Og tað er eitt tilgjørt taratræ í formi eins og eitt granntræ, sum skal hanga í boyum á firðinum. Tarin skal hanga, og ikki vaksa upp av botni, tí har liggja igulkerini. Men um tarin hongur, so sleppa igulkerini ikki framat taranum.
Hans Kristian Strand sigur, at toskurin í firðinum, eins og laksurin í stóru Lakselv, innast í firðinum, er ógvuliga vanabundin. Eins og laksurin skal upp í somu ánna at gýta, so skal toskurin eisini inn í sama taraskógin at gýta, sigur hann.
Avbjóðingin er nú at fáa toskayngulin at kenna seg heima í taranum, ið verður settur út. Tí er ætlanin at fáa fatur á toskaynguli frá fjørðinum, og leggja hann í hesar tilgjørdu hangandi taraskógirnar, ið fjørðinum.
Tá yngulin so einaferð hevur vaksið seg stóran longur úti í firðinum, er vónin so, at hesin toskur finnur aftur til somu taraskógir fyri at gýta har. Harvið verður vónað, at toskastovnurin í Porangerfirði kemur fyri seg aftur.
Fyrstu ‘taratrøini’ eru sett niður í einum síðufirði, og fyribils úrslitini eru lovandi.
Har igulkerini breiða seg, gerst havbotnurin ein oyðimørk (Mynd: NRK)
Igulkerini hótta taran
Tað er igulkerini, sum eru orsøkin til at taraskógurin í Porsangerfirði og nógva aðra staðni Noregi er oyddur.
Við tað, at stovnarnir av toski, steinbíti, humma og krabba í sjeytiárinum varð ovfiskaður, misti igulkerið sín natúrliga fígginda, og kundi breiða seg eftir botninum her. Og taraskógurin er høvuðsføðin.
Igulker kann bert aka ella ganga eftir botni. Men við tað at tarin í tilgjørdu trøunum ikki hevur festi á botni, verður roknað við, at igulkerini ikki sleppa framat hesum tara, sum sostatt kann vera búøki hjá toskaynglinum í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald