Innanlands

Ikki fyrstu ferð at partrolarar hava rent saman

Í gjár sakk partrolarin Eysturbúgvin eftir at Vesturbúgvin rendi á skipið

Falkur varð árendur av Heyki í 2008 (Mynd: Bjørn Poulsen - Shipspotting.com)

Falkur varð árendur av Heyki í 2008 (Mynd: Bjørn Poulsen - Shipspotting.com)

2022-04-15 10:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað er tíbetur langt í millum at slík óhapp koma fyri, men tó eru tey ikki ókend.

Vit skulu aftur til 31. juli í 2013 tá ið eitt annað føroyskt skip sakk á fiskifeltinum. Talan var tá um partrolaran Gullberg, sum sakk á makrelfeltinum norðan fyri Føroyar.

Tað hevði tó einki við nakað siglingaóhapp at gera, men skipið tók brádliga sjógv inn, og sakk eftir stutta tíð.

Men skulu vit taka seinastu ferð, at partrolarar hava stoytt saman, so skulu vit aftur til 5. juli í 2008, tá ið partrolararnir Heykur og Falkur vóru til fiskiskap.

Hendan vakra summarmorgunin var tað so tjúkt í mjørka, hóast tað var bakandi sól og lýtt.

Partrolararnir Heykur og Falkur vóru til fiskiskap tá ið skiparin á Falki, sum hevði stýringina á towingini tá, gjørdist varugur við at okkurt ikki ruggaði rætt við trolinum. Hann tók tí avgerð um at taka trolið inn, soleiðis at greiða kundi fáast á hvat var galið.

Umborð á Heyki var tað stýrimaðurin, sum hevði ábyrgdina ta løtuna. Hesir báðir ráførdu seg um hvussu farast skuldi fram. Teir avgjørdu at Falkur skuldi fara 20 stig á bakborð, og Heykur 20 stig á stýriborð. Stýrimaðurin á Heyki fer síðan at purra skiparan upp, og er einans burtur í 20 sekund.

''Tá skiparin á Fálkor sær á Scantrawl skipanini at skipini eru 240 metrar frá hvørjum øðrum, biður hann stýrimannin á Heykur um at hála. Tá hann gevur ordra um at hála, sær hann Heykur tætt um bakborð. Hann gevur skipinum deyða skrúvu og startar allar fýra hydraulik pumpurnar, fyri at royna at steðga skipinum við at hála trolweirin skjótt inn. Hann kallar eisini yvir VHF á stýrimannin á Heyki og sigur, at teir eru komnir ov nær saman. Hesin VHF’ur sum stendur afturi við spælpultin á afturkanti á brúnni, hevur frammanundan tilburðin, ikki virka sum hann skal. Hesin feilur varð eisini staðfestur nú. Tá stýrimaðurin á Heykur fær boð um at hála og hevur koblað spælið í at hála, sær hann okkurt myrkt koma fram úr mjørkanum, beint framman fyri skipið. Hann setur motorin á fulla ferð bakk, men hann klárar ikki at steðga skipinum, sum siglir inn í bakborð síðu á Fálkor. Klokkan var uml. 0455 tá skipini stoyttu saman.''

Hetta stendur at lesa í sjóforfrágreiðingini, sum varð gjørt eftir samanstoytin.

Tað eydnaðist tó at sigla Falk á Havnina, har skipið varð tikið upp á bedingina at eftirmeta skaðan. Heykur sigldi við Falki allanvegin til lands fyri at tryggja at tað eydnaðist.

Falkur varð síðan gjørdur aftur, og skipini hava samtrolað uttan nakað óhapp síðan.

Heykur og Falkur komu í føroyska flotan í november í 2007, so tí var parið einans 8 mánaðar gamalt, tá ið samanstoyturin hendi.

Undarligt nokk rendu Heykur og Falkur eisini saman um fimm tíðina hendan vakra summarmorgunin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder