2019-01-21 20:09
Fyri løtu síðani vórðu fyrstu 30 tonsini av makreli pumpað úr uppsjóvarskipinum Katrin Jóhonnu og í ein tangabil, sum skal flyta fiskin frá skipinum og inn á Snarfrost.
Katrin Jóhanna kom á Miðvág leygardagin við 300 tonsum av makreli, sum skal landast til virkið Snarfrost, sum frá í dag av aftur virkar fisk.
Jn.fo skrivar at tað verður 50 ára gamli Ingi Olsen úr Vestmana, sum skal leiða virkið, sum hevur fingið menningarkvotu saman við Katrin Jóhonnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald