Innanlands

Ingolf S Olsen: Beinleiðis skeivt at flotin ikki kann endurnýggjast

- Ríkiligt rásarúm er fyri at gera nýggjar íløgur í føroyska fiskiflotanum undir nýggju fiskivinnulóggávuni

Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. vang)

Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Jens Kr. vang)

2018-11-14 08:07 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað er umráðandi, at vit hava tey bestu amboðini at veiða okkara tilfeingi. Okkara floti skal vera nýmótans og í besta standi. Tað heldur Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi.

Seinastu dagarnar hava bæði Dávið Jacobsen, tekniskur leiðari á Varðanum, og Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur verið frammi um endurnýggjanina av føroyska skipaflotanum. Báðir í hvør sínari grøv.

Les eisini: Føroyar kunnu enda sum kirkjugarður fyri gomul skip

Les eisini: Hermann Oskarsson: Varðin kann uttan trupulleikar gera íløgur í nýggj skip

Ingolf S. Olsen heldur tað vera beinleiðis skeivt at brúka fiskivinnunýskipanina sum argument fyri, at flotin ikki fær endurnýggja seg.

- Um vit til dømis hyggja eftir Barentshavsflotanum, so høvdu føroysku skipini, sum fiska har, samanlagt tað besta úrslitið nakrantíð í fjør. 

- Úrslitini í pelagisku vinnuni eru eisini ógvuliga góð, og har er absolutt grundarlag fyri stórum íløgum.

- Botnfiskiskapurin við húki og hjá trolarunum á landleiðini er góður nú, og um tað verður farið skynsamt fram við atliti til stovnsrøkt, skuldi gott grundarlag verið fyri, at góða gongdin fer at halda fram. Tískil skuldi grundarlagið fyri endurnýgging í hesum pørtunum av flotanum eisini verið gott, sigur Ingolf S Olsen, við Portalin.

- Hyggja vit at ríkasta partinum av flotanum, uppsjóvarflotanum, so kann tað staðfestast sum ein sannroynd, at teirra kvotugrundarlag – eisini eftir at nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi – bara í eginkvotum er fleiri ferðir so stórt, sum tað var, tá elstu skipini í hesum bólki í síni tíð vóru keypt, sigur hann.

- Umframt eginkvoturnar, sum umfata ímillum 80 og 85 prosent av tí kvotugrundarlagi, ið uppsjóvarflotin hevði áðrenn 1. januar 2018, stendur uppsjóvarskipunum frítt fyri at keypa at kalla sum teimum lystir burtur av teimum 15 prosentunum, sum verða seld á uppboðssølu.

Og sambært løgtingsmanninum hava føroysku uppsjóvarskipini, sum hava arvað rættindi úr gomlu skipanini, hvørt sær fleiri ferðir so nógva kvotu sum til dømis norsk uppsjóvarskip.

- Ríkiligt rásarúm er fyri at gera nýggjar íløgur í føroyska fiskiflotanum undir nýggju fiskivinnulóggávuni.

- Ein partur hevur tað tó rættiliga strævið í løtuni, og tað er partrolaraflotin; tí upsafiskiskapurin hevur ikki tikið seg fram aftur á sama hátt sum toska- og hýsufiskiskapurin, heldur tvørturímóti, sigur ingolf S Olsen, tingmaður at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder