Innanlands

Írsk skip landa í Fuglafirði

Írsku uppsjóvarskipini skulu landa sild til Pelagos

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-11-05 21:13 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Írsku uppsjóvarskipini Father Mckee og Brendelen hava 1100 tons av sild, sum teir skulu landa í Fuglafirði.

Skipini, sum hava partrolað, skulu landa veiðuna til Pelagos, og sluppu framat, tá ið Jupiter hevði landað.

Father Mckeee og Brendelen eru ikki ókend í Fuglafirði. Vanliga plaga skipini at landa til Havsbrún í Fuglafirði. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder