Hjá Havsbrún í Fuglafirði landa skipini annað enn svartkjaft í hesum døgum.
Fleiri landingar hava seinastu tíðina verið í Fuglafirði, og fleiri eru ávegis.
Eitt írskt par, sum ikki er ókent í Fuglafirði, hevur júst landað 2700 tons av havgølti til Havsbrún, sum teir hava fiskað í ES sjógvi.
Talan er um írsku uppsjóvarskipini Father Mckee og Brendelen, sum hava landað fleiri lastir í Fuglafirði seinastu árini, og árið í ár er einki undantak.
Hjá Havsbrún verður veiðan framleidd til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Seinni í kvøld kemur Jupiter á Fuglafjørð við 2000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.
Teir hava fiskað svartkjaftin í føroyskum sjógvi.
Fríggjadagin landaði Arctic Voyager 1900 tons, sum teir eisini hava fiskað í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald