Uttanlands

Isafold landað størstu lastina nakrantíð til FF Skagen

Danska uppsjóvarskipið, sum er tað størsta í danska fiskiflotanum, hevur nú sett nýtt met, og landa størstu nøgdina, sum nakrantíð er landað til FF Skagen

Isafold (Mynd: Salt Shipt Design)

Isafold (Mynd: Salt Shipt Design)

2023-03-10 20:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Danska uppsjóvarskipið Isafold, sum er tað størsta danska uppsjóvarskipið, og eisini tað nýggjasta, kom mikudagin inn við størstu lastini, sum nakrantíð er landað í Skagen.

Talan er um ikki færri enn 3550 tons av svartkjafti, sum er fiskaður vestanfyri Írland.

Hetta vísir at skipið er ført fyri at gera júst tað, sum tað er bygt til, og tí livir skipið fult og fast upp til vónirnar og krøvini, sum vit høvdu tá ið vit tóku av møguleikanum at keypa tað, sigur skiparin og ein av eigarunum Karsten Mølgaard við danskar miðlar.

Isafold, sum upprunaliga skuldi eita Gitte Henning, er teknað av norsku sniðgevarafyritøkuni Salt Ship Design, og er tað eisini hendan fyritøkan, sum hevur sniðgivið Gøtunes, sum er undanfarna Gitte Henning. 

Nú kvoturnar eftir svartkjafti eru øktar so nógv, eru slík skip sera væl egnaði, av tí at tey klára at fiska stóru kvotuna, sum er tillutað ymsu londunum.

Í skrivandi løtu er Isafold aftur ávegis til fiskiskap eftir svartjafti vestanfyri Írland. 

Manningin umborð á Isafold telir bæði danskarar og føroyingar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder