Innanlands

Íslendskt skip á beding hjá MEST

Bjarni Ólafsson kom á beding hjá MEST týsdagin og verður í Føroyum í nakrar vikur

(Mynd: MEST)

(Mynd: MEST)

2022-04-02 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Íslendska skipið Bjarni Ólafsson kom á beding hjá MEST týsdagin.

Skipið, sum kom úr Neskaupstaður á eysturlandinum í Íslandi, kemur í høvuðsheitum at umvæla skrúvubløðini, sum skipið hevur havt ávísar avbjóðingar av. Harumframt verður ymiskt viðlíkahaldsarbeiði gjørt, og verður skipið eisini málað her, skrivar MEST.

Skipið verður væntandi í Føroyum í einar tvær til tríggjar vikur.

Bjarni Ólafsson er eitt stórt uppisjóvarskip sum er 64 metrar langt og 13 m breitt. Skipið, ið varð bygt í 1999, hoyrir heima á Akranesi. Hetta er fyrstu ferð, at skipið er til umvælingar á MEST.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder