Havstovan: Í síðstu viku fór Jákup Sverri á ársins fyrsta rannsóknartúr eftir sigliætlanini fyri 2023, sum í alt telur 24 kanningartúrar fyri Havstovuna umframt leigutúrar.
Fyrsti túrurin er, sum vant, ein hydrografiskur rannsóknartúrur, har hiti, salt og onnur umhvørvistøl verða mátað.
Endamálið við hesum er at fylgja við broytingunum í havinum kring Føroyar.
Túrurin er partur av teimum regluligu kanningunum eftir seks standardskurðum, sum ganga út frá Landgrunninum.
Hósdagin í farnu viku gjørdi Jákup Sverri harafturat kanningar í Tangafirði og Kaldbaksfirði, sum hava til endamáls betri at skilja sambandið millum firðir/sund og Landgrunnin annars.
Hesar kanningar eru partur av verkætlanini Firðir og Sund (FjordProcess), sum er fíggjað av granskingarskránni um havgransking í Norðuratlantshavi hjá Granskingarráðnum.
Hetta er triðja árið at Jákup Sverri ger kanningar og øll sigliætlanin hjá Jákup Sverra í 2023 sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald