Innanlands

Jákup Sverri fekk laks í trolið norðanfyri Føroyar

Hann var 72 sentimetrar til longdar og vigaði 3.190 gramm. Hetta at fyrstu ferð, at laksur er fingin inni á Landgrunninum

Tað bendir á, at talan er um villan laks (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað bendir á, at talan er um villan laks (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-11 15:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á yvirlitstrolingini á Landgrunninum í februar fekk Jákup Sverri ein laks í trolið norðan fyri Føroyar.

Hetta skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.

Vanligt er at rannsóknarskipið hjá Havstovuni fær villan laks á silda- og makrelkanningum langt úti til havs, men hetta er fyrstu ferð, at laksur er fingin inni á Landgrunninum.

Kanningar hava víst, at villur laksur frá mongum ymiskum áum í Europa og enntá Kanada heldur til norðan fyri Føroyar, har hann etur seg feitan.

- Laksurin hevði púra óskaddar fjaðrar og stert, og bendir hetta á, at hann ikki er sloppin úr eini alinót, men er villur laksur. Tó kann ikki við vissu sigast, at talan er um villan laks, tí um ein alilaksur sleppur sum smolt, fer hann at líkjast villum laksi.

Laksurin var kynsbúgvin rognafiskur og var 72 sentimetrar til longdar og vigaði 3.190 gram. Rognini vóru somikið smá, at laksurin neyvan fór at gýta, men kanska heldur brúkti føroyska økið til at eta í.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder