Seinastu tvær vikurnar hevur havrannsóknarskipið Jákup Sverri luttikið í altjóða makrelkanningum saman við íslendingum, norðmonnum og dønum.
Havstovan skrivar, at hóast kanningarnar hava verið nakað darvaðar av veðri, hevur Jákup Sverri higartil tikið 19 støðir.
Á hvørji støð verður trolað eftir makreli og sild, umframt at æti- og umhvørviskanningar eisini verða gjørdar. Makrelveiðan í hvørjum háli hjá Jákup Sverra hevur ligið millum 2 kg og 20 tons, meðan lítið hevur verið fingið av sild.
Kanningarnar eru í tíðarskeiðinum 30. juni -7. august, og í løtuni eru Árni Fríðriksson úr Íslandi, Vendla og Eros úr Noregi og Ceton úr Danmark úti saman við teimum. Øll skipini brúka sama slag av multpelt-troli, sum er ment til makrelkanningar.
Trolúrslitini frá norsku skipunum síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald