Á fyrsta túrinum hjá nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra 9. - 11. desember var endamálið at kanna brisling í Tangafirði og á Skálafjørðinum.
Heimasíðan hjá Havstovuni skrivar, at mest brislingur var at síggja í djúpasta partinum av Skálafjørðinum, ið er frá frá Saltnesgrynnuni inn til Skipanes.
Í Tangafirði var eisini mest at síggja, har tað var djúpast, tó við einum undantaki út fyri Morskranes, har ein torva stóð á heilt grunnum vatni. Tað var heldur minni av brislingi í Tangafirði sammett við Skálafjørðin.
Mynd: hav.fo
Brislingurin stóð í smáum torvum nær botni um dagin og lyfti seg frá botni í skýmingini og loystist heilt upp í nærum allari vatnsúluni um náttina. Brislingurin var smáfallandi, miðallongdin var 7,1 cm, og mett verður at tað mesta er frá ársins gýting.
Hetta er triðja árið, at Havstovan ger kanningar av brislingi á føroysku firðunum, skrivar hav.fo.
Túrfrágreiðingin kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald