Innanlands

Jákup Sverri gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka

Aftur í ár var nógv at fáa av stórum toski á Føroyabanka. Eisini var nógv at fáa av bæði stórari og smáari hýsu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-04-12 10:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur aftur í vár gjørt yvirlitstrolingar á Føroyabanka, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin. Aftur í ár var nógv at fáa av stórum toski á Føroyabanka. Eisini var nógv at fáa av bæði stórari og smáari hýsu.

Magakanningarnar vístu, at væl var etið av nebbasild, sum var høvuðsføðin hjá toski. Umframt hetta vóru kanningar gjørdar av sjónum á Føroyabanka, har sjóvarhitin við botn lá um 8,0 °C.

Eisini varð botndýpið neyvt skrásett. Túrfrágreiðingin sæst her.

Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder