Innanlands

Jákup Sverri liðugur við svartkjaftakanningar sunnanfyri

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur kannað svartkjaft sunnanfyri Føroyar, og í norðara parti av gýtingarøkinum – Fyribilsúrslitini vísa, at nøgdin av svartkjafti í føroyskum øki er umleið tann sama sum í 2019

Jákup Sverri (Savnsmynd)

Jákup Sverri (Savnsmynd)

2021-04-19 17:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havstovan: Jákup Sverri er júst liðugur við kanningar av svartkjafti sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum.

Fyribilsúrslitini vísa, at umleið sama nøgd av svartkjafti er í føroyskum øki í ár sum í 2019 – vegna koronu varð eingin kanning gjørd í fjør. Sunnan fyri markið, var svartkjafturin at síggja eystanfyri, fram við írsku og skotsku hellingini, og sera lítið úti á djúpum sjógvi.

Við nýggja skipinum var ætlanin at kanna eitt størri øki enn vanligt hevur verið við Magnusi Heinasyni, men ringa veðrið darvaði kanningunum, og tí varð økið eystan fyri oyggjarnar ikki kannað í ár. Annars royndist skipið sera væl í stóru aldunum.

Støddin av svartkjaftinum var blandað. Trý ára gamal og eldri fiskur var suðuri við Hebridurnar og tvey ár og eldri sunnan fyri Wyville Thomson Ryggin. Í bankarennuni norðan fyri ryggin meginparturin óbúgvin 1-3 ára gamal fiskur.

Kanningin er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Írlandi, Hollandi og Spania. Samlaða nøgdin av svartkjafti frá øllum skipunum verður roknað á teldufundi 26-28 apríl.

Øll frágreiðingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder