Uttanlands

Jens Leon hevur landað í Scrabster

Trolbáturin hevur landað 370 kassar í Scrabster, sum teir hava fiskað í l kassanum

Jens Leon (Savnsmynd: Føroyska sjómansmissiónin)

Jens Leon (Savnsmynd: Føroyska sjómansmissiónin)

2024-05-21 06:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolbáturin Jens Leon hevur landað 370 kassar í Scrabster, sum er fiskaður undir Føroyum.

Jens Leon landaði veiðuna í Scrabster, og meginparturin av veiðuni var torskur, hýsa og eitt sindur av flatfiski.

Línubáturin Volunteer og trolbáturin Skálafossur skulu eisini landa sína veiðu í Scrabster. Tó vita vit ikki hvat hesir bátarnar hava.

Upplýst verður at Jens Leon kemur til Føroyar fyrst áðrenn farið verður aftur til fiskiskap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder