Innanlands

Jóan Jákup Torbjarnarson vunnið danska myndakapping fyri sjófólk

Myndin hjá føroyska skipsføraranum, sum varð mett tann besta av teimum 221 innkomnu myndunum, varð tikin umborð á Ivalo Arctica, tá skipið var á veg inn í Kangarlussuaq í Grønlandi

Mynd: Jóan Jákup Torbjarnarson/Sea Health & Welfare

Mynd: Jóan Jákup Torbjarnarson/Sea Health & Welfare

2021-02-22 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár hava sjófólk sent inn myndir til árligu norðurlendsku myndakappingina hjá Sea Health & Welfare.

Tilsamans komu 689 myndir frá 116 myndafólkum úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark. 15 tær bestu myndirnar, sum vórðu sendar inn til kappingarnar í teimum ymsu londunum, vórðu valdar til norðurlendsku kappingina.

46 sjófólk sendu tilsamans 221 myndir inn til donsku kappingina. Millum teirra var føroyski skipsførarin Jóan Jákup Torbjarnarson frá skipinum Ivalo Arctica, sum vann 1. virðisløn.

Hann vann við myndini, sum ber heitið "'Ivalo Arctica' á veg inn í Kangarlussuaq".

Í grundgevingini stóð m.a., at myndin hevði høga myndagóðsku við stórum hvassleika og við litum, sum komu til sín rætt.

Vinningurin er eitt gávukort á 5.000 krónur, stuðlað av Den Danske Maritime Fond, skrivar Sea Health & Welfare.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder