Innanlands

Jógvan I komin aftur í føroyskan sjógv

Línuskipið fór úr Føroyum 7. mai, og setti kós móti Eysturgrønlandi

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-27 22:01 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Jógvan I byrjaði fiskiskapin í føroyskum sjógvi fyri tveimum døgum síðani, men fiskiskapurin er smáligur.

- Vit hava fiskað í tvey samdøgur, men fiskiskapurin er sera vánaligur í løtuni, men vit vóna sjálvandi, at hann batnar, sigur Heri Henriksen, skipari.

Teir hava umleið 140 tons í løtuni, og meginparturin av veiðuni - 125 tons, er toskur.

- Tá ið vit vóru til fiskiskap í Eysturgrønlandi lógu vit um 10 tons um samdøgrið, so fiskiskapurin har var ikki so galin, og har fiskaðu vit 120 tons, sigur Heri Henriksen, sum sigur, at teir steðgaðu við fiskiskapinum í Eysturgrønlandi hósdagin 21. mai á middegi.

Tá ið teir vóru lidnir við kvotuna í Eysturgrønlandi, settu teir beina kós móti føroyskum sjógvi, har teir nú skulu fiska til teir skulu landa 10. juni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder