2025-12-17 06:57
Frystilínuskipið Jógvan I er komið á Kollafjørð, har tað skal landa veiðuna.
Jógvan I hevur í ein knappan mánað undir Íslandi, og hevur góð 220 tons við til lands.
So at siga helmingurin av veiðuni var hýsa, og eisini var góð 83 tons toskur.
Umframt hetta, so var eisini longa og brosma í lastini, sum Jógvan I frystir umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald