Innanlands

Jógvan I landar í Kollafirði

Línuskipið hevur fiskað undir Føroyum hendan túrin

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-09-28 20:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Frystilínuskipið Jógvan I av Toftum kom í gjár á Kollafjørð, har teir skul landa.

Teir hava verið til fiskiskap undir Føroyum, og hava umleið 230 tons av frystum fiski umborð, har meginparturin av veiðuni er hýsa og longa.

Byrjað var at landa Jógvan I í morgun, og skipið fer aftur til fiskiskap undir Føroyum í komandi viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder